fbpx

Kom í gongd við at rógva kajakk á ein tryggan hátt.

Kajakk Føroyar

Hvussu komi eg best í gongd við at rógva kajakk ?

Áhugin fyri kajakkrógving veksur í Føroyum. Vit hava eisini fantastiskar umstøður til at rógva so tað er ikki so løgið. Hvat kann man so gera fyri at koma væl í gongd við at rógva kajakk og út at síggja okkara fantastisku náttúru frá einum heilt nýggjum vinkli?

Man kann byrja uppá nógvar mátar. Fleiri prøva seg fram, summi melda seg í eitt kajakkfelag og onnur fara á skeið. Tað týdningarmiklasta er, at man altíð hevur trygdina í huga. Man skal føla seg tryggan úti á sjónum, halda seg til sínar førleikar sum rógvari og lata seg rætt í. Hetta eru alt byggisteinarnir ið fyribyrgja vandamiklar støður. Tí náttúran kann verða hørð, men við røttu førleikunum er hetta ikki ein trupulleiki.

Tað kann eisini virka sindur møtumikið at fara út í føroysku náttúruna, tí tað sum vit oftast hoyra, er at fólk eru bangin fyri at koppa. Tí viðmæla vit, at eitt tað fyrsta man lærir sum kajakkrógvari er, at gera akkurát hetta. Afturat at læra at koppa og koma í aftur, er tað sera umráðandi at fyrst og fremst duga at bjarga sær sjálvum og síðani teimum man rør saman við. Hetta hevur alt at siga fyri hvussu tryggur man følir seg, bæði sum einstaklingur og sum bólkur, tá man setur seg í eina kajakk. (so verður tað eisini nógv stuttligari at rógva.) So, hvussu komi eg í gongd?


Kajakkfelag, skeið ella bæði?

Felag

Ein góður máti at koma í gongd, er at melda seg í eitt kajakkfelag. Hetta er ein góður máti at møta øðrum rógvarum og fáa nakrar vinir innan økið og samstundis læra av hvørjum øðrum. Ofta kann man eisini brúka útgerðina hjá teimum um man er limur. Kajakk feløg skipa eisini ofta fyri felags túrum og felags venjing. Hetta kundi verið á sjónum, við eina strond ella enntá í eini svimjihøll. Í feløgum er tað sera umráðandi at man sjálvur tekur ábyrgd fyri at fáa lært tey neyðugu tingini. So her er viðmælt at møta til felagsvenjingar og at kanna hvat man skal duga fyri at vera ein tryggur og góður kajakkrógvari. Í Føroyum eru tvey skipaði kajakkfeløg í løtuni, Havnar kajakkfelag og Fuglafjarðar kajakkfelag.

Skeið

Fyri at koma skjótt og gott í gongd og at tryggja sær, at man fær tí røttu vitanina, er tað møguligt at fara á eitt kajakk skeið. Á skeiðum lærir man fleiri teknikkir sum lætta um kajakkrógvingina og tær bjargingarnar sum eru neyðugar fyri at kunna rógva einsamallur. Hetta er eisini ein góður máti, at fáa sær tryggar vanar beinanvegin, so at tú og tey, tú rørt saman við, kunnu føla seg trygg. Til dømis á einum IPP2 skeið lærir man at koppa, bjarga, kajakk útgerð o.s.f. (meira um hetta longri niðri í uppslagnum)

Tað sum man eisini kundi gjørt, er at brúka eina kombinatión av hesum báðum møguleikunum. Fyri at tryggja sær, at man kann byggja seg upp ímóti at blíva ein heilt góður rógvari, kann man fáa sær eitt grundskeið og síðani melda seg inn í eitt kajakk felag, man heldur sær spennandi út. So hevur man tí neyðugu vitanina og treninginga, fyri síðani at fara út og fáa enn fleiri tímar í kajakkini, saman við hinum eldsálunum í felagnum.

IPP1 ella IPP2?

IPP1 er ein løtt intro til kajakkrógvning og er ætlað til tey sum ætla at finna útav um kajakk rógving er nakað fyri tey. Skeiðið fevnir um at læra at koppa og at handfara eina kajakk.

IPP2 er ein byrjunar útbúgvingin, har tú lærir teir neyðugu førleikarnar, sum skulu til fyri at verða ein tryggur og góður kajakkrógvari. Øll kunnu taka IPP2 skeið, tað er ikki neyðugt at hava IPP1 skeiðið fyri at fara á IPP2. Á IPP2 skeiðinum lærir man grundleggjandi um kajakkir og klæðir/trygdarútgerið. Har afturat venur man bjargingar og teknikkir sum gera tað lættari at rógva í kajakkini.


Klæðir

Tá man rør kajakk er tað sera umráðandi at man er ílætin eftir umstøðunum og at man altíð er í turrdrakt ella vátdrakt. Í Føroyum er hitin í sjónum og á vøtnunum so lágur, at man altíð má verða í drakt fyri at tryggja at man ikki verður niðurkøldur. Svimjivestur er lógarkrav, men tað er draktin tíverri ikki.

Turrdrakt ella vátdrakt?

Vit viðmæla altíð turrdraktina. Eina turrdrakt kann man halda seg heitan og turran í, um man er nóg væl ílætin innanfyri. Hetta kundi verið tvey løg av Merino ull, Føroyskari ull ella syntetiskum sveitttransporterandi klæðum. Á tann hátt kann man halda seg turran og heitan í langa tíð.

Ein góð vátdrakt er fín til styttri túrar. Ein vansi við vátdraktini er, at um man blívir vátur, kann man skjótt blíva køldur niður av vindinum, tá man er komin uppaftur úr sjónum. Man kann eisini nokkso skjótt blíva kaldur um føturnar, nú tá man ofta vassar eitt sindur, áðrenn man setur seg í kajakkina. Tí er turrdraktin besta loysnin, men ein vátdrakt er fín um man ikki fer langvegis.


Rógva einsamallur

Áðrenn tú fert út at rógva einsamallur er viðmælt at tú dugir tað sum mann lærir á einum IPP2 byrjunarskeiði. Eisini verður viðmælt at mann fyrstu tíðina altíð rør saman við øðrum. Vit viðmæla at rógva teir fyrstu 100 Km saman við einum royndum rógvara.


Spurningar

Úm tú hevur spurningar til kajakkrógving ella skeið er tú altíð vælkomin at skriva ein teldupost til sigurd@kajakk.fo

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <s> <strike> <strong>

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies. 

fo_FO