fbpx

Keyp av kajakk

kajakk.fo
Keyp kajakk

At keypa eina havkajakk kann samanberast við at keypa einar skógvar. Summi hava brúk fyri einum fjallastylvum, onnur einum renniskógvum og onkur hevur brúk fyri einum tuflum.

Hvat skal ein hugsa um tá mann keypir havkajakk?

Tað fyrsta mann skal hugsa um, er hvussu og hvar atli eg mær at rógva kajakk ? Hvat er mín kostnaðarætlan?

Harfrá kann mann so fara víðari

Ein vandi kan vera at mann setir kostnaðarætlanina fyrst og ongantíð spyr seg sjálvan hvar og hvussu mann ætlar sær at rógva.

Tað eru nógv ymisk sløg av havkajakkum. Skjótar, Manuvrerbarar, Stabilar.

Eitt sum eg kann viðmæla er at royna fleiri ymiskar kajakkir áðrenn mann keypir. Tað kann gera at tú fær røttu kajakkina sum passar best til tín.

Stórur vandi er fyri at um mann bara keypir onkra kajakk sum er ov bílig, kann vera at kvaliteturin ikki er nøktandi eisini kann tað vera trupuleikar við skrokkformi á summum heilt bíligum kajakkum. í Danmark sigur mann at kajakkir undir 7000, sjálvdan hava nøktandi skrokkform ella kvalitet.

Um tit hava spurningar til keyp av kajakkum eru tit vælkomin at senda okkum ein teldupost á sigurd@kajakk.fo

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <s> <strike> <strong>

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies. 

en_GB