Havkajakk IPP2 skeið 16 tímar

From: 2300 kr.

16 tímar kajakk skeið. Vanliga er tað 8 tímar leygardag og 8 tímar sunnudag.

GG. tað mugu verða minumum 4 luttakarar teknaðir fyri at skeiðið verður hildið

PreviousNext
May 2025
MTWTFSS
2829301234
567891011
12131415161718
19202122232425
2627282930311
SKU: IPP2 Categories: , Tags: , , ,

Description

IPP2 16 tímar kajakkútbúgving
Skeiðið er ætla tykkum ið ynskja at læra nokk, til at kunna fara út styttri, eisini dagstúrar í vardum sjóøki.
Eftir staðið skeið er tú klár/ur at melda teg í eitt kajakkfelag og forseta tína venjing har saman við øðrum.
Staður: Hósvík ( um tit eru 6-8 fólk sum ynskja skeið aðrastaðni í Føroyum, send ein fyrispurning sum vit hyggja uppá )
Á skeiðnum lærir mann eina rúgvu um trygd og teknikk, sum lætta um kajakkrógvingina. og man fær góða tíð at royna allar teknikkir.

Skeiðið byrjar við eini introduktión til kajakk og sjógvin.  á skeiðnum læra vit ymiskar førleikar ið gera kajakkrógvingina lættari, tað verður eisini tíð til eitt sindur av spæli og túrrógving

Vit byrja leygardadag kl. 9 og enda sunnudag kl. 17.

 

Innihald

  • Intro til útgerð, klæðir, Kajakk, ár/pagaj oa.
  • Lyftiteknikk
  • Vatntilvenjing
  • Fara í og úr kajakkini
  • Frammrógving
  • Rógva aftureftir
  • Runttak/fejetak, 360 gradir, rógva í 8-tal
  • Makkarabjarging á grunnun sjógvi.
  • Koppa, svimja í land og tøma kajakkina
  • Effektivt stoptak
  • Sculling
  • Makkarabjarging á djúpum sjógvi
  • Sjálvbjarging á grunnun sjógvi
  • Ferðan í náttúruni og atlit til náttúruna
  • Lágt stuðulstak
  • Effektivt afturrór
  • Síðuflyting við trekktak, 5m
  • Síðuflyting við 8-talstak
  • Sjálvbjarging á djúpum sjógvi.
  • Stuðlaða grønlendaravending
  • Telemarkssving (low brace turn)

 

Praktiskt
Um neyðugt kanst tú læna:

  • Turrdrakt, Svimjivest, skógvar
  • Kajakk, pagaj/ár, spraydeck, pumpu

Tú skal hava skiftiklæði, handklæði til um tú blívur vát/ur, at vera í undir turrdraktini, sveitt-transporterandi ítróttarklæði / ski-undirklæði

Um tú kemur nøktandi ígjøknum skeiðið fær tú eitt IPP2 certifikat frá Dansk Kano- og Kajakforbund.

Les meira um IPP útbúgvingarnar á teirra heimasíðu: https://www.kano-kajak.dk/uddannelse-3/ipp-roeruddannelse/havkajak/

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.